2023-09-08 20:35
Sandavágs Fornminnafelag:
8.september 2023
BÁTASMIÐURIN LIÐUGUR í STEIGARTÚNI
Í dag var seinasta kaffiprát í Steigartúni. Bátasmiðurin Terji R. Jakobsen fer nú aftur í bátasmiðju sína á Kjalnesi í Kollafirði, har fer hann at tilevna 4 árar og róður til 5-mannafarið hjá Sandavágs Fornminnafelag.
Vit hava eitt sindur trupult við at skilja, at eingin áhugi er, at keypa hendan snotuliga bátin. Men vónandi finst ein áhugaður keypari heilt skjótt.
Tað verður framvegis møguligt, at síggja bátin og framsýningina í Steigartúni, í nakrar dagar afturat. Áðrenn vit fara at rigga av.
Vit takka fyri áhugan tit hava víst hesum tiltaki í summar, eru í veruleikanum ovfarin av undirtøkuni. Fyrst og fremst fyri livandi framsýningin við bátasmíði og kunning, og har umframt fyri bókini, ið hevur fingið góða móttøku og gongur sum heitt breyð.
Sandavágs Fornminnafelag og Sandavágs Bygdarsavn
BÁTURIN ER TIL SØLU
Støddin er 5-mannafar. Við fylgja 4 árar og róður. Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, ið lutaður varð burtur eftir ólavsøku 2023. Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477.
BÓKIN “Føroyski báturin. Bátur og bátasmíð” FÆST TIL KEYPS Í HESUM HANDLUM
Bartalsstova/Samkeyp í Sandavági.
Fiskastykkið/Úti á Gjógv í Sandavági.
Kunningardiskurin á flogvøllinum í Sørvági.
Gamli Bókhandil (HNJ) í Havn.
Rit & Rák í SMS í Havn.
Bókabúðin í Saltangará.
Alfa bókhandil í Klaksvík.
Og kann keypast á nethandli hjá hesum handlum:
Rit & Rák // www.ritograk.fo
Gamli Bókhandil (HNJ) // www.bokhandil.fo
All reactions:
4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald