Politikkur

Barnagarðsøkið

Dreymurin um at vera best á hesum øki livir enn

2024-11-11 20:46 Author image
-
placeholder

Vit hava helst hægstu normeringar í landinum, og hetta skal ikki broytast; um nakað, mugu vit tryggja okkara starvsfólkum og børnum á økinum enn betri kor. Vit hava havt okkara avbjóðingar, men tá ið tann politiski myndugleikin lurtar eftir serfrøðini á økinum og tryggjar sær, at tær avgerðir, ið verða tiknar, samsvara við tað, sum serfrøðin og leiðslan á økinum halda, tá er vónin um at røkka einum góðum úrsliti størst.

Mentanar- og trivnaðarnevndin samtykti, eftir áheitan frá borgarstjóranum og leiðslunum á okkara stovnum fyrr í heyst, at allar stovur skuldu hava tríggjar stovuábyrgdartímar um vikuna. Hetta er fyri at tryggja, at tíð ikki verður tikin frá okkara børnum í sambandi við tilrættarlegging – okkara børnum og starvsfólki at frama. Eisini hevur býráðið avgjørt at bjóða fimm av okkara starvsfólkum møguleikan at fara undir meritútbúgving til námsfrøðing. Hetta verður samskipað soleiðis, at ein kann arbeiða, meðan ein lesur.

Tað hevur stóran týdning, at vit allatíðina menna okkum sum kommuna, so børn og starvsfólk hava tær bestu fortreytirnar fyri at mennast og virka í. Tí havi eg eisini lagt málið um ein matpolitikk fyri Vága kommunu fram í Mentanar- og trivnaðarnevndina, soleiðis at vit hava eitt gott og sunt tilboð til øll okkara børn – frá vøggustovu til tey fara úr skúlanum.

Set X við Bjarna Prior

Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder