Bárður á Steig Nielsen spyr løgmann um miðfyrisitingina
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Miðfyrisitingin
Spurningar:
- Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?
- Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?
Viðmerkingar:
Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í níggju. Nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.
Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.
Nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og um dagarnar eru tríggir nýggir aðalstjórar settir. Áhugavert er tí at fáa upplýst, hvussu nógv miðfyrisitingin er vaksin í krónum og nýggjum størvum í hesum valskeiðnum.
Á Løgtingi, 12. juni 2024
Bárður á Steig Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald