Vinna

BankNordik: 2021 royndist væl

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum stóð seg betur enn væntað í 2021. Avlopið var 272 mió. kr., og samtakið rindaði 80 mió. kr. í skatti. 

2022-02-25 12:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri. Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum í 2021, og áhugin fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin var vaksandi. Føroyingar fíggjaðu í alsamt størri mun bústaðin við realkredittláni, og í 2021 var vøksturin 12%. 

”Árið hilnaðist væl, hóast vit í samtakinum brúktu nógva orku til at umskipa okkum eftir søluna av danska virkseminum. Okkara dugnaligu starvsfólk gjørdu eitt megnararbeiði í árinum, og góða gongdin er teimum fyri at takka. Næstu tíðina fara vit at bjóða kundunum betri talgildar loysnir, m.a. við nýggja Netbankanum, ið hevur fleiri nýggjar hentleikar,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Stóra virksemið á bústaðarmarknaðinum sást eisini aftur í sølutølunum hjá Skyn, ið seldi 224 ognir og harumframt avgreiddi nógvar privatar sølur. Hjá Trygd var árið serliga merkt av fleiri stórum skaðum og skaðaendurgjøldum.

49% av leiðarum kvinnur

BankNordik leggur seg eftir at reka eitt burðardygt virksemi, bæði tá ið tað snýr seg um umhvørvi, fólk og leiðslu. Samtakið hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at tryggja eina javna kynsumboðan í samtakinum, og við ársenda í 2021 vóru 49% av øllum leiðarum kvinnur og 51% menn. Samtakið hevur nú eisini sett sjóneykuna á javnstøðu í sambandi við barnsburðarfarloyvi og er farið at eggja starvsfólkum til at býta farloyvistíðina javnari millum bæði foreldur.

Grønt bústaðarlán góða undirtøku 

BankNordik veitir ymisk lán, ið gera tað lættari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Í 2021 kom eitt nýtt grønt bústaðarlán á marknaðin við lægri rentu til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku, og higartil eru bústaðir fyri 253 mió. kr. fíggjaðir við grøna bústaðarláninum. 

Umleið 6.000 føroyingar eru partaeigarar í BankNordik, og teir fáa ágóðan av góðu gongdini í 2021. Væntandi verða 50% av ársúrslitinum, t.e. 136 mió. kr., goldnar partaeigarunum fyri árið. 

Ársroknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 340 mió. kr., harav 90 mió. kr. stava frá søluni av danska virkseminum 
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 171 mió. kr. samanborið við 149 mió. kr. í 2020
  • Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 77 mió. kr. samanborið við 5 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum í 2020
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 248 mió. kr. samanborið við 154 mió. kr. í 2020
  • 80 mió. kr. vórðu rindaðar í skatti og lønarhæddaravgjaldi
  • Útlánini vóru 7,6 mia. kr., sum er á sama stigi sum í 2020
  • Innlánini hækkaðu úr 7,8 mia. kr. í 2020 til 7,9 mia. kr. 
  • Solvensurin, NEP-kapitalur íroknaður, hækkaði úr 26,4% í 2020 til 29,7%
  • Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2022 verður millum 130 og 160 mió. kr. 

Meira um 2021 hjá BankNordik-samtakinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder