Vinna

Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri

Krav er sett til bankarnir at teir skulu hava eitt ávíst gjaldføri. Lyklatalið fyri gjaldførið eitur LCR (Liquidity Coverage Ratio) og skal vera 100%. Allir føroysku bankarnir høvdu væl meira í gjaldføri enn 100% við ársenda 2022.

2023-04-29 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Krøv verða sett bankunum um gjaldføri. Bankarnir hava innlán, sum eru bundin í styttri tíð, tað vil siga, sum kunnu takast út, tá ið kundin ynskir tað, meðan peningur, bankin lænir út, liggur bundin í longri tíð, sum til dømis tá ein kundi kann gjalda eitt sethúsalán aftur yvir 20-30 ár. Hetta er eitt dømi um ein sokallaðan gjaldførisváða fyri bankan, tí misjavni er millum bindingartíðina á innlánum og útlánum.

Fyri at bøta um henda misjavna, er krav um at bankin skal hava eitt ávíst gjaldføri. Føroysku peningastovnarnir høvdu sambært ársroknskapunum fyri 2022 allir gjaldføri væl omanfyri lógarásetta minstakravið. LCR (Liquidity Coverage Ratio) skal vera 100%. BankNordik hevði 229,3%, Betri Banki 212,7%, Norðoya Sparikassi 315% og Suðuroyar Sparikassi 205% við ársenda 2022.

Talva 1 vísir úrslitið eftir skatt fyri 2022 hjá føroysku peningastovnunum, umframt teirra solvens við ársenda 2022. Mynd 1 vísur gongdina í roknskapinum hjá føroysku bankanum frá 2016 til 2022.

Talva 1 Úrslit eftir skatt og solvensur

Mynd 1 Úrslit, niðurskrivingar og grundinntøka

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder