- Vit eru errin av at vera boðin við á eina søguliga flogferð, sum skal varpa ljós á eina burðardygga framtíð fyri flogferðslu. Hetta letur upp fyri áhugaverdum møguleikum, sum kunnu samantvinna høgu góðskuna á okkara vørum við burðardyggum flogflutningi. Vit gleða okkum at fylgja við menningini á hesum økinum, sigur Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost.
Frástøðan millum Føroyar og nakrar av stóru marknaðunum, eitt nú USA, er so mikið stór, at verður laksur fluttur sjóvegis til hesar leiðirnar, so kann flutningurin hava ávirkan á góðskuna. Í hesum sambandi kann nevnast, at feskur laksur hevur eitt haldføri á 16 dagar. Tað tekur 12 dagar at flyta laks sjóvegis úr Føroyum til USA.
- Tað liggur rótfest í okkum at vera nýmennandi og at royna nýggjar leiðir, so hvørt tær verða møguligar. Royndarverkætlanin hjá Virgin Atlantic kann bróta slóð fyri burðardyggum brennievni til flogfør og er í øllum førum ein góð byrjan. So mugu vit síggja, hvussu tøknin mennir seg komandi árini, sigur Regin Jacobsen.
Annika Frederiksberg, nevndarlimur og søluleiðari, umboðaði Bakkafrost á søguliga flogtúrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald