Vinna

BAKKAFOSSUR er komin á Skálafjørðin

Fyri løtu síðan kom nýggjasta skipið í føroyska flotanum - BAKKAFOSSUR - til bryggju á Glyvrum.

Mynd: Aage Arnoldsen.

Mynd: Aage Arnoldsen.

2023-01-07 12:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í sambandi við móttøkuna sigla skipini hjá alirisanum inn eftir Skálafjørðinum. Tey eru umframt Bakkafoss, Hans á Bakka, Martin, Róland, Vesthav og Víkingur.

Skráin fyri móttøkuni er soleiðis:

12:30: Bakkafossur leggur at. Fýrverk á bryggjuni

13:00: Skipið verður doypt

13:05 - 14:00 : Móttøka innandura á bryggjuni á Glyvrum við røðum og tónleikaframførslum

14:00 - 16:00 : Opið skip umborð á M/S Bakkafossi / Opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrost við ábiti

Vit ynskja Bakkafrost Harrans signing við nýggja skipinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder