2022-08-14 12:00

Ovastevna var í Nólsoy í gjár, og vóru eisini nógv fólk á Ovastevnu.
Á heimasíðuni hjá Vørn sæst, at bæði tyrlan og bjargingarbáturin Lív vóru boðsend til Nólsoyar í gjár.
Klokkan 17:51 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein maður hevði fingið skaða í beinið í haganum í Nólsoy. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
Klokkan 20:20 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at brúk var fyri at fáa flutt eitt fólk av Nólsoynni á Landssjúkrahúsið. Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Lív, sum flutti persónin til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald