Vinna

Bæði oljuprísurin og vinningurin í Føroyum er lægri enn í Danmark

Í sambandi við samrøðuna KVF hevði við Kappingareftirlitið í gjár, hevur Effo fylgjandi viðmerkingar:

2022-08-25 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Allar samanberingar hjá Kappingareftirlitinum eru við Brent Spot – tað vil siga prísin á ráðoljuni sum verður tikin úr Norðsjónum og seld til oljureinsiverkini.

Effo keypir ikki inn eftir Brent Spot, men eftir sokallaðum noteringum/prísásetingum fyri gassolju, bensin og diesel, so ein samanbering við Brent Spot er sera villeiðandi.

Um Effo hevði so stóran vinning av brennievni sum tíðindastubbin í gjár nevndi, hevði ársúrslitið hjá Effo verið yvir 500 mió. kr. í 2021. Úrslitið hjá Effo var 39,8 mió. kr. í 2021.

Ongar forðingar eru fyri at onnur stovna oljufeløg í Føroyum, so lógarbroytingar eru óneyðugar. Effo hevur ikki forðað nøkrum, og okkum vitandi hevur eingin víst áhuga í at stovna nýtt oljufelag í Føroyum.

Sambært Hagstovuni, er oljunýtslan í Føroyum vaksin úr 217.547 tonsum í 2014, til 312.787 tons í 2021. Talan er um nærum 100.000 tons ella 43%, og sæst tað sjálvandi aftur í úrslitunum hjá oljufeløgunum.

Sølan hjá Effo var yvir 1 milliard kr. í 2021 og 39,8 mió. kr. lupu av. Tað er undir 4% av søluni og má metast at vera lágt, um nakað.

Tað bleiv nevnt, at føroysku oljufeløgini forvinna munandi meiri pening enn líknandi feløg uttanlands. Tvey av stóru oljufeløgunum í Danmark, CircleK og OK, høvdu metúrslit í fjør við ávíkavist 461 mió. kr. og 806 mió. kr.

Prísmunurin millum oljuprísirnar í Føroyum og Danmark økjast ár um ár. Tað vil siga, at brennievni í Føroyum gerst alsamt bíligari enn í Danmark, hóast avgjøld ikki eru tikin við.

Ein litur av gassolju kostar í dag 8,6 hjá Effo, í mun til 11,61 í Danmark, frároknað øll avgjøld.

Grafar: Samlaða oljunýtslan í Føroyum (Hagstovan) og Prísmunur FO – DK. (drivkraftdanmark.dk og listaprísir hjá Effo)

Keldur:

www.hagstovan.fo

www.drivkraftdanmark.dk


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder