2022-03-12 17:57
Eftir at prísirnir á brennievni eru hækkaðir nógv higartil í ár, so eru teir seinastu tveir dagarnir lækkaðir nakað aftur.
Í dag kostar ein litur av bensini 12,85 og ein litur av dieseli 11,4 kr. Í báðum førum er tað ein lækking á 0,75 kr/liturin í mun til prísirnar hósdagin.
Eisini prísurin á gassolju er lækkaður, og kosta í dag 1000 litrar 10.413 kr, tað er ein lækking í mun til hósdagin á 750 kr - ella 0,75 kr/liturin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald