Vinna

Bæði Magn og EFFO hava broytt prísirnar aftur seinnapartin

Prísurin á brennievni er lækkaður nógv síðani í gjár.

2022-08-05 18:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár lækkaði EFFO prísirnar og gjørdi Magn tað sama í nátt, men bæði Magn og EFFO hava aftur seinnapartin í dag lækkað prísirnar.

Nú kostar ein litur av bensini hjá Magn 13,45 kr, og hjá EFFO kostar tað 13,5 kr, tað er ein lækking uppá 0,49 kr/liturin hjá Magn síðani í gjár, og 0,44 kr/liturin hjá EFFO síðani í gjár.

Ein litur av dieseli kostar nú 12,45 kr hjá bæði EFFO og Magn, og er tað ein lækking uppá 0,44 kr/liturin síðani í gjár.

Hjá EFFO kosta 1000 litrar av gassolju nú 11.713 kr, og er tað ein lækking uppá 0,44 kr/liturin síðani í gjár. Magn lækkaði prísin á gassolju við 0,19 kr/liturin í nátt, men hevur ikki broytt hann aftur seinnapartin, og fært tú 1000 litrar frá Magn fyri 11.963 kr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder