JN

Ziska var boðsendur at hjálpa einum báti til lands

...

2016-06-16 14:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðliga í morgun fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið problemir, og máttir hjálpast til lands.

MRCC Tórshavn fekk bjargingarbátin í Klaksvík Rescue Ziska at fara eftir bátinum, sum var staddur nærhendis Húsum á Kalsoynni. Ziska fór loyst um seks-tíðina í morgun. Ziska var hjá bátinum kl: 06:30.

Klokkan 7 í morgun hevði Ziska sleipa bátin til Klaksvíkar, sum hevði fingið problemir við skrúuni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder