Politikkur

WTO gerðarrætturin settur á stovn

...

2014-02-28 14:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundi í trætuorganinum hjá Heimshandils felagsskapinum (WTO) í dag var avgerð tikin um at seta á stovn ein WTO gerðarrætt. Gerðarrætturin skal gera av, um handilstiltøkini hjá ES mótvegis Føroyum eru í stríð við WTO sáttmálan.

???Tað er harmiligt, at Føroyar mugu nýta WTO gerðarrættar skipanina fyri at fáa ES handilstiltøkini sett úr gildi. Hetta er kortini eitt neyðugt stig, tí handilstiltøkini hjá ES stríða við altjóða handilsrætt???, sigur løgmaður.

Nú skulu limirnir í gerðarrættinum veljast, og partarnir fara at royna at semjast um tað. Um ikki eydnast at koma ásamt um henda spurning innan rímuliga tíð, ber til at biðja WTO aðalskrivaran at virka sum semingsmann. Hetta verður væntandi avgreitt innan stutta tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder