2013-11-06 21:29
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Wilhelm Eyðinsson Petersen í starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum.
Wilhelm Petersen er 51 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur frá DTU. Hann hevur tikið Ph.D grad á sama universiteti og hevur harumframt lisið búskap á CBS.
Wilhelm Petersen hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fíggjarstovnum og innan oljuvirksemi. Eisini hevur hann mannað nevndarsessir í fleiri størri vinnufyritøkum.
Seinasta hálvt annað árið hevur Wilhelm Petersen verið lærari á Vinnuháskúlanum. Hann hevur eisini undirvísingaroyndir frá DTU og Fróðskaparsetrinum.
Wilhelm Petersen byrjar í stjórastarvinum tann 1. desember 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald