Mentan

Voxbotn: Møgulig eftirgjørd atgongumerki í umferð

...

2014-06-28 06:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyriskipararnir av Voxbotn boða í kvøld frá, at tað kunnu vera følsk og eftirgjørd atgongumerki í umferð. Fyriskipararnir og løgreglan hava tó tikið gerningsmennirnar og løgreglan tekur sær nú av málinum. Somuleiðis eru nøkur av eftirgjørdu atgongumerkjunum tikin inn aftur, men tó kunnu framvegis nøkur vera farin í umfar.

Tí mæla fyriskipararnir og løgreglan øllum til at hyggja væl eftir og vera ansin, um tit hava ella keypa atgongumerki frá privatum persónum, á net-torgum, Facebook v.m.

Somuleiðis heita fyrireikararnir á fólk við atgongumerkjum um at vera í góðari tíð, har fólk fáa armbond, tí øll atgongumerki verða eftirkannaði eina eyka ferð og kann hetta tí taka eitt sindur longri tíð enn vanligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder