
Tvey størv, sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys til setan umleið 5.mai og umleið 11.august 2017.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
- Matgerð og proviantering.
- Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
- Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og Trygdarhondbókini.
Førleikakrøv:
- ·Vinnubræv sum skipskokkur.
- ·Heilsuváttan
- ·Trygdarskeið fyri sjómenn
Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari er ein fyrimunur. Dentur verður annars lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
Setanartreytir:
Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheitið er kokkur.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við:CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 3. apríl 2017 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast til :[email protected] ella Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.Henda lýsing er eisini á heimasíðuniwww.vorn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald