Vinna

Vøksturin er í nissjuni sigur íverkseti

...

2021-04-23 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt neyvari fokus er grundleggjandi neyðugt fyri at fáa vøkstur í føroysku KT vinnuna. Tað sigur Heini Zachariassen, sum er millum fremstu føroysku íverksetararnar innan KT. Heini Zachariassen eigur og rekur fyritøkuna Vivino, og var millum gestirnar á seinasta fundinum hjá Vakstrarforum fríggjadagin.

???Skulu Føroyar hava eina framtíð innan KT vinnu, má eitt størri fokus vera á tær serstøku vørurnar og tænasturnar, sumikkihava nógvar møguligar kundar í Føroyum,??? segði hann millum annað í framløguni.

Ov nógvir KT mennarar í Føroyum arbeiða við breiðum loysnum til føroyska marknaðin, heldur Heini Zachariassen. Hetta merkir, at fáir arbeiða við nissju-vørum og -tænastum, sum hava størri møguleika uttanfyri landoddarnar enn breiðu loysnirnar hava. Sum dømi nevnir hann fyritøkuna CuePilot hjá bróðrinum Per Zachariassen, sum mennir forrit til beinleiðis sjónvarpsframleiðslu. Tann vøran hevði í mesta lagi kunna havt ein kunda í Føroyum ??? Kringvarpið ??? men selur sum heitt breyð millum sjónvarpsframleiðarar um allan heim.

Føroyar hava ofta verið umrøddar sum eitt hóskandi stað at royna KT vørur og tænastur ??? eitt slag av sandkassa, haðani vørur og tænastur síðani kunnu flytast út í heim.

???Mær dámar hatta væl í teoriini, og gott var, um tað var soleiðis. Eg havi bara ongantíð sæð tað,??? sigur Heini Zachariassen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder