Starvsfólk á Vodafone fáa spildurnýggjan arbeiðsstað, ið Búsetur byggir. ??? Hetta er stórt stig rætta vegin fyri Vodafone, sum støðugt styrkir sína støðu í Føroyum, sigur Gudny Langgaard, stjori fyri Vodafone
Eftir ætlan flyta starvsfólk hjá Vodafone av ??ðinshædd út í Smiðjugerði í 2014. Og tey 36 starvsfólkini, sum í løtuni starvast hjá fjarskiftisfyritøkuni, gleða seg til nýggja høvuðssætið verður klárt.
- Starvsfólkini hava verið við frá byrjan at innrætta og skipa nýggja arbeiðsstaðið, tí tey vita best hvat teimum tørvar, sigur Gudny.
Vodafone hevur umfatandi virksemi, sum setir krøv til hølisviðurskiftini.
- Vit selja fyrsta floks tænastur, og tað skal nógv til at veita hesar tænastur: Ein fjarskiftisfyritøka sum okkara brúkar nógva og framkomna tøkni, og tað hevur sett krøv til nýggja bygningin, sum skal rúma alt frá tøkni til tænastu og kundarøkt, sigur Gudny.
Búsetur byggir - Vodafone leigar
Tað er Búsetur, sum byggir saman við íleggjarum og eigur bygningin í Smiðjugerði 8, við síðuna av Tekniska skúla. Vodafone hevur gjørt langtíðar leiguavtalu við Búsetur. Tað hevur frá byrjan verið eitt samstarv millum Vodafone og Búsetur, ið hevur verið grundarlagið undir verkætlanini. ðis﷽﷽﷽﷽﷽﷽﷽leist, har vit byggja og tey leiga frj
- Vodafone vendi sær til okkara við hugskotinum. Tað var øgiliga skjótt, so gjørdust vit samd um ein leist, har vit byggja, og tey leiga frá okkum, sigur Sjúrður Holm, stjóri fyri Búsetur.
Sjúrður og Gudny eru á einum máli um, at hesin mátin, har tvær føroyskar fyritøkur kasta saman um eina slíka verkætlan, er eitt sera gott dømi um, hvussu eitt samstarv við felags virðum kann skipast.
Bygningurin verður í alt umleið 1.400 fermetrar til støddar, har ein partur er í tveimum hæddum. Vodafone fer at brúka umleið 930 fermetrar, og Búsetur fer at brúka restina til egið virksemi.
Merkja kappingina
Føroyski fjarskiftismarknaðurin er helst tann marknaðurin, sum hevur broytt seg mest seinastu 13 árini, tá kappingin á marknaðinum av álvara byrjaði.
Kapping kom veruliga á fjarskiftisøkinum, tá ið Kall í 2001 fór undir sítt virksemi.
Í 2008 skifti fyritøkan navn til Vodafone, men ynskið um at bjóða av í kapping broyttist ikki, og í dag merkja kundarnir meira enn nakrantíð, at kapping er á marknaðinum.
- Vit ynskja at vera ein sjónligur og týðandi leikari í føroyska samfelagnum. Vit leggja okkum eftir, at bæði ung og gomul, fyritøkur og stovnar, kenna seg trygg at nýta Vodafone, sigur Gudny.
Sølustøð kring landið
Av teimum 36 starvsfólkunum, sum starvast í Vodafone kring landið, starvast 10 í Kundarøktini. Tað er at kalla hjartað í Vodafone. Tað eru hesi, sum taka telefonina, tá fólk ringja við ivamálum og spurningum. Tey flyta eisini inn í nýggju hølini í Smiðjugerði 8.
- Betri umstøður geva okkum sjálvandi møguleika at veita enn betri tænastu, tá fólk ringja. Vodafone leggur eisini stóra áherðslu á at vera kring alt landið. Vit hava handlar og skrivstovur í Saltangará og Klaksvík. At vera nær kundanum gevur okkum ómetaliga nógvar fyrimunir, tí vit á tann hátt betur fáa røkt ynskini hjá viðskiftafólkunum, sigur Gudny Langgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald