JN

Vitus og BUBU læra føroysk børn um pengar

...

2019-08-28 14:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Reiður peningur verður brúktur í alsamt minni mun, og hetta kann gera taðtrupult hjá børnum at skilja virðið á pengum. Tað hevur tí alstóran týdning atupplýsa og læra børn um grundleggjandi fíggjarviðurskifti fyri á tann hátt atgeva teimum skynsamar pengavanar. BankNordik hevur tí í samstarvi viðBUBU ment nýtt lærutilfar til børn, ið ger tað stuttligt og lætt at læra. 

Í dag avgreiða vit flestu rokningarnar á netinum, og vit gjalda við korti ella ApplePay, tá ið vit fara til handils. Royndir vísa, at jú minni vit brúka ítøkiligan pening, júverri er tað at halda skil á persónligu fíggjarviðurskiftunum, og hvussu nógvanpening vit hava at brúka. Tí eru appir sum Pengaskápið eitt gott amboð hjá børnumat halda skil á penganýtsluni og samansparingini. 

Fyri at styðja uppundir at geva føroyskum børnum eina grundleggjandi fatan avpengum og fíggjarviðurskiftum, hevur BankNordik ment eina røð av lærutilfari, sumskal læra føroysk børn um pengar og skynsamar pengavanar. Kópurin Vitus ogBUBU hava gjørt ymiskt stuttligt lærutilfar, sangir og stuttfilmar, sum skal hjálpabørnum at skilja tøl og pengar. Filmarnir eru at síggja á heimasíðuni hjá bankanumog á Youtube. Eisini verða allir 1. flokkar í Føroyum bodnir heim til Vitus til einøðrvísi undirvísingartíma, har ljós verður varpað á tøl og talfatan á ein fjølbroyttanhátt. 

???Nýggju gjaldsmøguleikarnir, sum gera tað møguliga at gjalda við telefon og kortiheldur enn reiðum peningi, eru avgjørt sera hentir. Tó hava vit einasamfelagsábyrgd at læra okkara børn og ungu um virðið á pengum og at gevateimum eina grundleggjandi fatan av fíggjarviðurskiftum. Tí vóna vit, at nýggjalærutilfarið fer at eggja børnum til at fáa skynsamar pengavanar, sam

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder