Niðurteljingin til EM-undankappingardystin ímóti Norðurírlandi er av álvara byrjað. Fríggjakvøldið vandi føroyska liðið á Windsor Park í Belfast, har dysturin verður leiktur leygarkvøldið kl. 19:45.
- Vit hava havt nakrar góðar venjingar síðani vit komu til Norðurírland, og nú, eitt samdøgur áðrenn dystin, havi eg eina góða kenslu. Men eg skal eisini ansa eftir hvat eg sigi, tí tað hevði eg eisini undan dystinum ímóti Finnlandi, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundi fríggjakvøldið.
Fyrireikingarnar til dystin ímóti norðurírum hava gingið væl, og umstøðurnar hjá føroyska liðnum hava verið góðar.
Fríggjalvøldið var seinasta venjingin á skránni, tá føroysku leikararnir vandu á Windsor Park í Belfast. Norðurírski tjóðarleikvøllurin er í løtuni undir stórari um- og útbygging, og tí verður bara pláss fyri eini 11.000 áskoðarum leygarkvøldið. Men vertirnir hava boðað frá, at útselt er til dystin millum Norðurírland og Føroyar.
- Vit vilja sjálvandi vinna, men í slíkum dystum avgera vit ikki sjálvir, hvussu leikur fer. Men vit mugu fyrst og fremst gera okkara, segði føroyski venjarin við norðurírsku og føroysku miðlarnar á tíðindafundinum á Windsor Park fríggjakvøldið.
Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu. Hesaferð eydnaðist yngra ættarliðnum at vinna 3-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald