![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Tá ræður um prísir, hevur monopol sjáldan havt nakað jaligt við sær. Sjálvandi eiga vit at hugsa um føroysk arbeiðspláss innan føroyska fiskiídnaðin, men tað er eingin loyna, at fiskaprísirnir uttanlands oftani eru munandi betri enn í Føroyum. Tí tænir tað bæði kappingini um at fáa best møguligan prís hjá føroyskum skipum, og harvið betri hýru hjá manningini, um vit gera royndir við at selja ein minni part av veiðuni uttanlands.
Sum formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag skilji eg væl, at formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hugsar um arbeiðspláss á landi, ið tryggjar limum hansara nøktandi inntøku. Tað hugsa vit sjálvandi eisini um.
Vit halda bara ikki, at vit í verandi støðu hava nóg góðar kappingarfortreytir, tá ræður um prísin, sum fæst fyri fiskin. Rætt og slætt tí, at kappingin við útlandið ikki er til staðar, og tí ánar eingin, um skipini fáa nóg góðan prís fyri sína veiðu ella ikki. Í nógvum førum er tað soleiðis, at eigararnir av bæði skipum og virkjum eru teir somu, og tí er tað einki, sum eggjar teimum at tryggja skipunum best møguligan prís.
Tað er ein sannroynd, at oftani ??? tó ikki altíð ??? eru prísirnir væl betri uttanlands, enn teir eru í Føroyum. Sjálvandi skulu vit royna alt vit kunnu fyri at fáa fatur á besta prísinum. ??ansæð um tað er í Føroyum ella uttanlands. Tó er tað bara einaferð soleiðis, at tá eingin kapping er, so ávirkar hetta prísin tann neiliga vegin.
Eitt annað er trupulleikin við móttøkuni av fiskinum, har skip liggja í bíðirøð eftir at sleppa av við veiðuna, sum í takt við bíðitíðina missir góðsku, og harvið lækkar prísurin fyri lastina.
Í hoyringssvari okkara mæltu vit til, at minst 25 prosent, og helst meira, skuldi verið loyvt at landa uttanlands, so vit altíð hava dagførdar prísir.
Felag okkara fer ikki at góðtaka, at limir okkara skula arbeiða fyri undirløn orsakað av kappingarloysi og harvið vánaligari fiskaprísum. Okkara limir eru ikki tímaløntir, men fáa avriksløn, ið merkir partbýti av søluvirðinum. Harnæst sleppa sjófólk ikki inn í Als-skipanina í tíð og ótíð, sum arbeiðandi fólkið á landi er tryggjað atgongd til.
Sjómenn hava sanniliga eisini merkt sviðan av koronu, har teir ikki hava fingið lut í hjálparpakkum, eins og arbeiðsfólkið á landi. Tað er tí sjálvsagt, at vit stuðla royndini at loyva einum parti av veiðuni hjá føroyskum skipum at verða avreidda uttanlands.
Vinarliga
Annfinnur Garðalíð, formaður
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald