JN

- Vit hava fingið nógv burtur úr

...

2014-03-06 01:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, um venjingarleguna, sum føroyska landsliðið hevur verið á seinastu dagarnar.

- Umstøðurnar her í Mijas hava verið framúr góðar, og eg haldi at vit hava fingið nógv burtur úr hesar dagarnar, vit hava verið á venjingarlegu. Sjálvt um føroyska kappingin ikki er komin í gongd enn, so hava venjingarnar verið góðar, og leikararnir hava veruliga givið seg undir venjingunum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Seinastu vikuna hevur føroyska A-landsliðið við monnum verið á venjingarlegu í Mijas í suðurspania. Veðrið hevur verið gott, vøllurin, ið landsliðið hevur vant á, hevur verið góður, og somuleiðis hava umstøðurnar á La Cala-gistingarhúsinum eisini verið avbera góðar.

Eftir ætlan skuldi landsliðið spælir tveir dystir á túrinum, men í síðstu løtu varð dysturin ímóti La Liga-felagnum Malaga CF avlýstur. Tískil bleiv tað bert til tann eina dystin, ið varð spældur leygardagin, tá Føroyar vunnu 4-1 á Victoria Leikvøllinum á Gibraltar.

- Sjálvandi er tað keðiligt, at vit ikki fingu loyvi at spæla seinna dystin á venjingarleguni, sum skuldi vera ímóti Malaga. Dysturin ímóti Gibraltar var fínur fyri okkum, og tað var deiligt at vit vunnu, og um meir hepni var við okkum, so vunnu vit við fleiri málum. Men eg ivist ikki í, at í dystinum ímóti Malaga høvdu fingið sterkari mótstøðu, og harvið verðið settir undir veruligt trýst, sigur Lars Olsen.

Fyrsta veruliga avbjóðingin hjá føroyska A-landsliðnum í hesum árinum verður sunnudagin 7. september, tá Føroyar og Finnland møtast í EM-undankappingardysti.

- Leikararnir hava víst ein góðan hugburð til venjingarnar, og eg haldi teir tykjast uppsettir og spentir til komandi undankapping, sum byrjar í heyst. Lagið í hópinum er gott, og vónandi kann hetta síggjast aftur í komandi dystum, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.

Av tí at eingin dystur kortini bleiv ímóti Malaga, varð skráin broytt, og í staðin var venjing á skránni, sum endaði við dysti millum teir ungu ímóti teimum gomlu.

Undan dystinum høvdu teir eldru vunnu tvær ferðir, meðan tveir dystir vóru endaði við javnleiki.

Reglurnar eru tó soleiðis, at teir, ið vinna seinasta dystin á túrinum, vinna samanlagt. Kortini var eingin iva, og tá seinasta venjingin endaði á venjingarleguna í Mijas, hevði eldra ættarliðið vunnu triðja dystin á hesum sinni.

























Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder