2018-11-26 16:10

Ljósmøðrafelag Føroya hevur í dag undirskrivað semju við Fíggjarmálaráðið. Hetta merkir, at ljósmøðurnar fara aftur til arbeiðis beinanvegin.
Hetta hava verið nakrir harðir dagar. Vit eru fegnar um at hava nátt eini semju, sum vit eru nøgdar við. Men mest av øllum eru vit glaðar fyri, at hetta stríðið nú er av, og vit nú loksins sleppa aftur til arbeiðis og sleppa at hugsavna okkum fult og heilt um barnakonurnar og nýføddu børnini alt samdøgrið.
Ljósmøðrafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald