- Vit eiga at hyggja at, hvat tað er, sum hevur týdning, og hvat tað er, vit byggja okkara skúla á, sigur Magnus Tausen, stjóri á Námi
Fyri stuttum var arbeiðsbólkur settur at gera uppskot um nýskipanir innan bygnaðin í fólkaskúlanum. Magnus Tausen er skrivari í arbeiðsbólkinum; hann sat eisini í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi tilmæli eftir fyrstu Pisa-kanningina.
- Um so er, at mann velur at fara frá teimum minni skúlunum, so fer størri dentur at verða lagdur á serfrøðina hjá einstaka læraranum og harvið eina avmarkaða serfrøði, tá ið tað kemur til fak. Við øðrum orðum verður lærarin veruliga dugnaligur í tí, hann dugir og undirvísir í. Hetta ber bara til at praktisera í størri skúlaeindum. Í teimum smáu skúlunum hevur lærarin 5-7 ymiskar lærugreinir og skal røkka næmingum í øllum aldri.
Stjórin í Námi er ivaleysur í, at tey næstu stóru stigini eiga at verða tikin innan skúlabygnaðin.
- Vit eiga at fara burtur frá at siga, at tað er í lagi við smáum skúlum, har lærarin skal undirvísa í nógvum lærugreinum á øllum aldursstigum, tí tað ber ikki til. Vit mugu koma hartil, at vit brúka neyvu fakligheitina hjá lærarum, umframt tað kreativa og sosiala. Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging hevði einki gott við sær, og nú eru vit noydd at fáa í lag skúlasamstarv tvørtur um kommunumørk. Sum eru hava kommunurnar onga fíggjarliga motivatión at niðurleggja skúlar, og tí endar rokningin fyri verandi skipan í Mentamálaráðnum. Vit eiga at fara til botns í til dømis Pisa-úrslitunum og hyggja at, hvat tað er, sum hevur týdning, og hvat tað er, vit veruliga byggja okkara skúla á. Er tað fakliga stigið hjá næmingunum, jamen, so mugu vit taka avleiðingarnar. Ella mugu vit siga, at tað er í lagi, at vit liggja undir miðal í Pisa-kanningum og so lata standa til. Fyri somu pengar, sum vit nú brúka upp á fólkaskúlan, kunnu vit fáa ein munandi betri skúla, men tað krevst, at vit skipa hann av nýggjum.
Higartil hava vit ikki sæð effektina av teimum átøkum, sum er sett í verk síðan fyrstu Pisa-kanningina.
- 1., 2. og 3. flokkur fingu eftir kanningina í 2006 nógvar tímar afturat, tvílæraraskipan var sett í verk, nógv lættlesitilfar kom út, og onnur tiltøk eru eisini. Hesi, sum hava fingið ágóðan av øllum átøkunum, ganga nú í 7. flokki, og tey taka lut í Pisa-kanningini í 2015. Tá og frameftir verður tann veruliga próvtøkan. Um úrslitini tá framvegis verða í verra lagi, so kunnu vit loyva okkum at stúra. Spurningurin er, um tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri teimum, tá ið tey vóru í byrjanarflokkunum, hava hildið á, tá ið tey eru komin í miðdeild og víðari í framhaldsdeild. Nógv var gjørt, tá ið tey gingu í 1., 2. og 3. flokki; spurningurin er, um líka nógv er gjørt síðan. Tað kunnu vit við góðari grund ivast í.
Kelda: lararafelag.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald