Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast stórliga um framstigini, sum Visit Faroe Islands fremur.
Stuttligt og hugaligt er at frætta um framstigini, sum Visit Faroe Islands fremur fyri føroyska ferðavinnu og Føroya land.
Seinastu árini hava vit ferð eftir ferð sæð, hvussu Visit Faroe Islands hevur gingið undan við sínum átøkum fyri at gera Føroyar kendar sum ferðavinnuland. Seinasta skotið eru tíðindini um, at tað eisini hevur eydnast at sannføra fyriskipanina aftan heimskenda framleiðslustjóran Steven Spielberg um, at Føroyar er tað landið, sum hevur tað besta umhvørvið til næsta filmin hjá leikstjóranum.
Hetta er eitt bragd!
Visit Faroe Islands er eitt dømi um, hvussu væl tað kann ganga, tá vinna og tað almenna saman arbeiða fyri felags áhugamálum. Eingin ivi er um, at tað hevur stóran týdning tá politiska skipanin saman við vinnulívinum velur at arbeiða fyri sama felags málið og soleiðis ganga hond í hond.
Hjartaliga tillukku nevnd, stjórn og starvsfólk á Visit Faroe Islands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald