Politikkur

Virksemið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd verður nú spakuliga avlagað

...

2014-10-01 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað má vera boðskapurin til okkum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd eftir at hava lisið fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum fyri 2015, har árliga játtanin uppá 1 millión verður lækkað niður í 800.000 kr. Játtanin frá landinum er einasta inntøka hjá RFF fyri uttan tær um 190.000 kr., sum kommunurnar og onnur gjalda í limagjaldi.

Endamálið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er, sum tað eisini framgongur av viðtøkunum, at
gera ferðsluna tryggari við:
- at betra ferðsluvanarnar við upplýsing og fjølbroyttum fyritakssemi,
- at stuðla ferðsluundirvísingina við ráðgeving og stuðuli,
- at útvega tíðarhóskandi og viðkomandi undirvísingarmiðlar í ferðslulæru,
- at skipa fyri skeiðvirksemi og trygdarfremjandi verkætlanum
- at geva sakliga upplýsing um øll tey viðurskifti, sum eru til ampa fyri ferðslutrygdina
- at samstarva í góðum stevi og hóskandi vavi við myndugleikar, stovnar og einstaklingar í ferðslutrygdarspurningum
- at fáa støðugar og viðkomandi upplýsingar um ferðsluóhapp/-vanlukkur, skaðaorsakir o.a. at nýta í ferðslutrygdararbeiðinum og
- at fáa regluligt fjølmiðlainnivist við ferðslutrygdarboðskapi ráðsins.
har støðið verður tikið í Nullhugsjónini og Ferðslutrygdarætlanini.

Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd, stuðla RFF í sambandi við ymisk upplýsandi átøk í miðlum. Saman stuðla tey harumframt Ferðsludøgunum fyri landsins 8. flokkum og súkkluhjálmum til 1. flokk, eins og Tryggingarfelagið Føroyar fíggjar nýggja undirvísingartilfarið til fólkaskúlan.

Sum er stendur á at røkka endamálinum við verandi játtan og tá játtanin nú verður skorðin so nógv, verður tað nærum ógjørligt.
Vit hava tvørtur í móti sæð fyri okkum, at tørvur er á at víðka virksemi ráðsins fyri betri at kunna røkka endamálinum við RFF. Men við boðskapinum um skerda játtan til RFF í 2015, verður tann parturin av ongum.
Avbjóðingin verður so at raðfesta arbeiðsorkuna, sum er eitt starvsfólk í føstum starvi (stjórin sjálvur), so vit framvegis kunnu virka fyri nøkrum heilt grundleggjandi tingum í ferðslutrygdarøkinum, men tað er greitt at okkurt má skerjast.

Eyðsæð er, at sumt er batnað munandi í føroysku ferðsluni, hetta vísa hagtølini fyri fleiri ár. Kortini eru onnur ár, har munandi fleiri doyggja í Føroyum enn í grannalondum okkara og sum heild liggja vit væl hægri enn tey londini vit vanliga samanbera okkum við.

Tað er greitt, at vit koma ikki sovandi til tryggari ferðslu. Skulu vit bjarga fleiri lívum, krevur tað, at fleiri partar áhaldandi arbeiða við nullhugsjónini fyri eyga. Tað vil siga økt politieftirlit, tryggari vegir, tryggari bilar, kunningarátøk og undirvísing. Hesi bæði seinastu eru starvsøkið hjá RFF, og av tí, at just hugburðurin til ferðslu og atburðurin í ferðsluni eru orsøk til nógv flest ferðsluvanlukkur, so er sera umráðandi at eisini hetta økið verður høgt raðfest í samlaða ferðslutrygdararbeiðinum.

Tað er ørkymlandi, at ætlanin er at skerja játtanina til RFF við 20%, eisini við atliti til, at verandi Ferðslutrygdarætlan fer at ganga út í 2015 og at arbeiðið við at gera nýggja ætlan skal setast í verk. Júst hetta hevur stóran týdning fyri víðari arbeiðið fyri yvirskipaðu ferðslutrygdini, so allir partar kenna sína uppgávu við støði í nullhugsjónini og nýggjastu vitanini á ferðslutrygdarøkinum.

Inntøkugrundarlagið er nú á so lágum støði, at tað er ilt at skilja, hvussu landsstýrið ætlar at RFF skal vera við til at økja um ferðslutrygdina við Nullhugsjónini í hondini. Ein hugsjón, sum løgtingið í 2006 samtykti skuldi verða stavnhald fyri øllum ferðslutrygdararbeiði í Føroyum. Hetta kann illa uppfatast sum annað enn eitt skot fyri bógvin fyri trygdina í føroysku ferðsluni.

Tórshavn 1. oktober 2015 Starvsnevnd ráðsins fyri Ferðslutrygd


Kári Thorsteinsson ??? Armgarð Steinhólm ??? Eiler Fagraklett ??? Jákup av Skarði ??? Ingunn Eiriksdóttir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder