2013-08-10 00:20
Meirilutin (Alfred Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Janus Rein) hevur hesar viðmerkingar: Bólkur 2, ið er partrolarar og lemmatrolarar, sum hava møguleika at fiska makrel og sild um
summarið, verður skerdur við 4 % út frá støðuni hjá upsastovninum í løtuni.
Bólkur 3, sum er línuskipini, sum nú eisini hava rættindini til at fiska kvotuna á Flemich Cap, og
bólkur 5, sum er útróðrabátar undir 15 tons, verður skerdur við 7 % við serligum atliti til støðuna
hjá toska- og hýsustovninum.
Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen) hevur hesar viðmerkingar: Bólkur 2 verður skorin við 4% á innaru leið, og bólkur 3, 4B og 4T við 8%, ímeðan fiskidagatalið
hjá bólki 4A og bólki 5 verður óbroytt.
Les meira:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald