Mentan

Vinjar og Jórun við lagnum Føroyar Mítt Land

...

2014-07-11 04:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ungu sandavágsfólkini Vinjar Egilsnes Petersen og Jórun Gudmundsen hava gjørt lagið "Føroyar Mítt Land". Jórun hevur skrivað tekstin og syngur, ímeðan Vinjar hevur gjørt lagið.

Vinjar sum bert er 15 ára gamal, hevur rættuliga gjørt um seg í tónleikaraverðini, hann byrjaði sum blaðungur at fást við ljóðføri og hevur ment seg m.a. á Musikkskúlanumk í Vágum - til ein framúr tónleikara. Vinjar hevur hóast blaðungur gjørt fleiri løg. - Vinjar fer seinast í juli til Danmarkar á tónleikaraskúla.

Jórun er eisini ung - 20 ár - hon hevur sungið nógv og eisini hevur hon roynt seg sum yrkjara, Jórun hevur skrivað tekstin í "Føroyar Mítt Land" og syngur sjálv.

Jórun og Vinjar verða við á útikonsertini á Vestanstevnu, sum verður fríggjakvøldið kl. 20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder