JN

Vilt tú hava ábyrgdina av ítróttinum?

...

2013-08-14 23:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit leita eftir einum persóni, sum skal hava ábyrgdina av sportal.fo. Persónurin kemur at hava ábyrgdina av, at allur ítróttur hevur sítt pláss á sportal.fo.

Sportal.fo er partur av portal.fo, og har skal vera rúm fyri øllum ítróttargreinum, beinleiðis frásagnum og øðrum. Men vit hava brúk fyri einum ítróttarfólki, sum skal skriva nakrar greinar um dagin.

Vit vænta av tær, at tú ert álítandi og at tú arbeiðir skjótt. Eisini vænta vit, at tú dugir væl at skriva, og helst hevur tú eisini nakrar fakligar royndir at vísa á. Arbeiðið á sportal.fo kann væl vera eitt arbeiði aftur at onkrum øðrum, t.d. lesnaði ella øðrum arbeiði.

Tað ræður um at bera seg skjótt at, tí okkara nýggja ítróttarfólk verður sett í vikuni.

Hevur tú spurningar um starvið, set teg so í samband við Nikláa Nysted á telefon 733330 ella umvegis teldupost á [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder