Ítróttur

Vilhelm: Vit vóru spentir til dystin

...

2018-02-03 20:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Team Klaksvík tapti í kvøld seinasta dystin móti Kyndli íbólkaspælinum í kappingini at koma í hálvfinaluna í steypakappingini hjámonnum.

Les dystargongdina her.

Eftir dystin fingu vit orð á Vilhelm Vilhelmsen, leikara hjáTeam Klaksvík.

Sí myndir her.

Hvussu hevur taðverið í Klaksvík seinastu dagarnar?

-         Tað hevur verið ein spentur og góður stemmningur.Bæði áskoðarar og vit hava verið spentir til dystin.

Hvussu upplivdi túdystin?

-         Eg føli at vit renna aftaná Kyndli meginpartinav dystinum. Vit kláraðu ikki at takla teir, og fingu teir fleiri løtt mál. Í seinnahálvleiki vóru vit ikki nóg nærlagdir. At tapa við 7 málum er ikki gott nokk.

Støðan var 15-15, menso fóru teir frá tykkum, hvat hendi har?

-         Tað er eitt typist Team Klaksvík útfall, vitskora einki, og hinir fáa  nokkso nógv málmóti endaum. Vit fingu ikki nóg nógv burturúr eftir tað, og so er taðyvirstaðið.

Tit komu afturút beinavegin, men tá ið tit fingu mál kom lív í høllina. Høvdu tit komið framumbeinavegin, hevði tað so verið ein nemmari dystur?

-         Ja tað kann man siga, vit fingu eina keðiligabyrjan. Vit komu til møguleikarnar, men brenna. So fara teir í skjótálop ogskora nøkur mál. Tað hevði kanska verið ein øðrvísi dystur høvdu vit skora atbyrja við, segði Vilhelm við jn.fo eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder