2019-05-30 09:10

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er sera fegin um at boða frá, at Landsverk er farið undir at gera víkipláss við Funningsfjarðarvegin.Tað snýr seg um teinin frá frákoyringini Millum Fjarða til bygdina í Funningsfirði, har vegurin í støðum er ov smalur hjá bilum at møtast.
Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum at dagføra Funningsfjarðarvegin. Í ár eru 2,5 mió. krónur settar av til hetta arbeiðið. Seinni í ár verða umleið 400 metrar av vegateininum breiðkaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald