2017-07-18 19:50
Í seinna dystinum ímillum Víking og FH úr Íslandi, bardust víkingarnir manniliga, teir høvdu nokk við at spæla javnleik 0-0, tí fyrri dysturin, sum var leiktur í Íslandi endaði við javnleiki 1-1.
Men tá ið 78 minuttir vóru leiktir varð brotsspark dømt ímóti Víkingi, sum endaði við máli og støðan 1-0 til FH - Víkingur fekk reytt kort og mátti spæla við 10-spælarum ímóti 11. Víkingarnir fluttu nú nógv fólk fram, sum gjørdi, at FH í yvirtíðini skoraði tið 2-0.
FH er tí víðari íChampions League-kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald