Steypavinnarnir úr VÍF tóku í dag móti StÍF í hvonn-deildini hjá kvinnum.
Dysturin byrjaði javnt og kom StÍF á odda 4-5 eftir 10. min. Síðani tók VÍF yvir og var hálvleiksstøðan 12-7. Tá ið 25. min. vóru farnir av seinna hálvleiki var munurin minkaður niður í tvey mál tá var støðan 22-20. VÍF vann 27-22.
Málskjúttar:
VÍF: Durita C. Jojic 10, Agnas Olsen 8, Tóra Seloy 2, Liljan Djurhuus 2, Jacklin Durhuus 2, Lív Ingdarsdóttir 1, Kathe Frederiksen 1 og Heidi Maria Akselsen 1.
StÍF: Erla Petersen 5, Rebekka Justinussen 5, Birna Mikkelsen 4, Guðrun Gærdum 3, Karina Høgnesen 2, Rebekka Poulsen 2 og Randi Fagradal 1.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 4-5
15. min. 7-6
20. min. 7-6
25. min. 10-6
30. min. 12-7
35. min. 14-10
40. min. 16-12
45. min. 19-14
50. min. 21-18
55. min. 22-20
60. min. 27-22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald