Atlantic Airways-dysturin millum VÍF og Kyndil gjørdist ongantíð rættuliga spennandi. VÍF legði seg framum tíðliga í dystinum - hálvleiksstøðan gjørdist 13-10 til Kyndil og í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama. VÍF vann dystin 28-23 og hava nú 10 stig fyri 7 dystir, tað hevur KÍF eisini, men KÍF hevur nøkur mál fleiri.
Sigast kann um dystin, at hann til tíðir var væl leiktur, men til aðrar tíðir var leikurin kvikari enn menn kláraðau at fylgja upp, tí gjørdist dysturin rótutur
VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 2, Bjarni Durhuus 1, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 2, Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Høgni Høgnesen, Filip Jojic 14, Sjurður Neilsen, Sámal J. Djurhuus 2 og Ági G Olsen.
Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Kj. Macka, Hans A. Thomsen eina útvísing, Andrias Sólsker, Josef Abrahamsen 8 og eina útvísing, Oivind Lutzen, Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein Olsen 5, David Edvardsen 4 og tríggjar útvísingar, Hjalti Bachmann, Torvald Abrahamsen, Finnur Hansson 2 og eina útvísing, Julian Johansen, Bjarni Sørensen 1 og eina útvísing og Ken Zachariassen
Støður:
5. min. 2-1
10. min. 5-2
15. min. 5-4
20. min. 7-7
25. min. 9-8
30. min. 13-10
35. min. 14-13
40. min. 18-14
45. min. 20-14
50. min. 22-17
55. min. 24-19
60. min. 28-23.
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum.
Áskoðarar 395.
Sí eisini: >>H71 vann við tveimum málum á StÍF<<
Sí eisini: >>VÍF vann 19-17 á Kyndli eftir hálvleiksstøðuna 6-11 til Kyndil<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald