Vinna

VÍF vann 3. FM-finaluna

...

2021-04-17 19:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 16 í dag tók VÍF ímóti H71 í 3. FM-finaluni hjá monnum.

Talan var um góðan dyst við góðum hondbóltspælið. 

Tað var VÍF ið kom betri frá byrjan, og komu teir á odda 5-2 eftir 8. minuttir. Tá ið 13. minuttir vóru leikti var H71 á odda 5-6. Tá ið 20. minuttir vóru spældir var støðan 9-10 til H71. Hálvleiksstøðan var 15-17 til H71.

Venjarin hjá VÍF segði við KVF beint eftir dystin, at í hálvleikinum tosaðu teir um at betra um verjuna. H71 fekk 17 mál í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki fingu teir bert 9 mál.

Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki var støðan 22-21. VÍF vann 28-26.

Heini á Heygum fekk 7 mál fyri VÍF. Peter Krogh fekk 6 mál fyri H71.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder