Ítróttur

VÍF: Trý gull, ein greipa og nógv silvur og bronsa

...

2014-04-24 18:18 Author image
placeholder

??rslitið av kappingarárinum hjá VÍF í ár var trý gull, ein greipa og fleiri silvur- og bronsuheiðursmerki. Sum heild gekk tað betur hjá dreingjunum, enn hjá gentunum, men úrslitini benda á, at fleiri góðir árgangir eru á veg. Í teimum yngru deildunum hevur VÍF eisini fleiri leikarar á talentliðunum. VÍF luttók í flestu deildunum, men í onkrum førum vóru ikki allir dystirnir leiktir.

Gentur 10a gjørdust akkurát ov stuttar at náa pláss í steypafinaluni. Tær gjørdust nummar trý í steypakappingini og vunnu bronsu. Í landskappingini kappaðust tær um fyrsta plássið saman við H71a. Okkara manglaðu eittans mál í at gerast føroyameistarar, men máttu spæla ein umdyst, sum tær tíverri taptu ímóti H71a og tær gjørdust sostatt nummar tvey og fingu silvur. Gentur 10b kláraðu at vinna bronsuna og tóku øll á bóli.

Gentur 12 er eitt spennandi lið og bæði í lands- og steypakappingini blivu tær nummar tvey og silvurvinnarar. Fimm leikarar á hesum liðnum eru á talentliðnum. Tað serliga við okkara liðið er, at har eru fýra av níggju útileikarum vinstrhentar.

Gentur 14 hava ferðast eitt sindur upp og niður í ár og endaðu á einum fimta plássi, men kortini eru tríggir leikarar á talentliðnum.

Hjá gentum 17 er manningin blandað við heilt ungum leikarum. Fyri at manna liðið var neyðugt at brúka fleiri leikarar frá G14 og aldursmunurin gjørdist tí stórur. Tó skal sigast at tær hava stríðst væl og endaðu á einum sætta plássi av 10 liðum. Har eru tveir leikarar á talentliðnum.

Á dreingir 10a eru fleiri sera evnaríkir og ágrýtnir leikarar. Teir kundu komið í steypafinaluna, men HSF hevði broytt dagin, ið spælast skuldi, og onkur lyklaleikari hjá okkum var staddur uttanlands júst tá. Í VÍF var sera stór misnøgd við hesa avgerðina hjá HSF, tí broytingin varð gjørd við stuttum skotbrái. Dreingirnir endaðu á triðja plássi í landskappingini, eitt stig aftanfyri nummar tvey. Somu dreingir vunnu bronsu í steypakappingini.

Dreingir 10b hava eisini eitt spennandi lið. Teir vunnu seg til eitt triðja pláss í sínum bólki.

Dreingir 12a vóru ikki hepnir í ár. Men sigast skal, at har eru einstakir leikarar, ið skara framúr í kappingini so her skulu vit sum felag duga at menna teir. Tveir leikarar í D12a eru á talentliðnum.

Dreingir 12b gjørdust nummar trý í landskappingini í C-bólkinum.

Dreingir 14a vunnu landskappingin. Teir vóru javnir í stigum við H71, men høvdu betri málmun og fingu gull. Og sum tað einasta liðið hjá felagnum vann liðið eisini steypakappingina og dreingirnir eru tí greipuvinnarar. Fýra leikarar hiðani eru á talentliðnum.

Dreingir 14b hava eisini klárað tað væl í ár og endaðu á einum triðja plássi.

Hjá dreingjum 16 kláraðu vit ikki at mannað lið og VÍF hevði her eitt samstarv við KÍF við einum U16 liði, sum kallaðist VÍF/KÍF. Teir endaðu á einum øðrum plássið í landskappingini og fingu bronsu í steypakappingini. Tríggir leikarar á tí liðnum eru á talentliðnum.

Dreingir 18 endaðu sum nummar tvey í steypakappingini og nummar eitt í landskappingini. Teir kundu møguliga havt vunnið steypakappingina, um Áki Egilsnes ikki var skaddur tá dysturin varð leiktur. Liðið er blandað við U18, U16 og U14 leikarum, so teir hava verið óførir. Seks av hesum leikarum eru á U20 landsliðnum. ??? Tilgongdin av ungum leikarum í Vestmanna er stór, so væntandi sær framtíðin bjørt út.

Fremsta liðið hjá kvinnum náddi akkurát ikki at koma í steypafinaluna, men fekk flott silvur í landskappingini.

Fremsta liðið hjá monnum náddi somuleiðis akkurát ikki í steypafinaluna, men spældi seg til virðilig silvurheiðursmerki í landskappingini.

Seinasti dysturin á árinum var hjá 2. deild monnum, tí sonevnda Dream Team liðnum Boysarnir vunnu finaluna á EB 41-22 og fingu vakurt steyp og gull.

VIT HERJA Á AFTUR KOMANDI KAPPINGARÁR ! - tað skrivar heimasíðan VÍF.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder