2018-01-21 22:00
3 dystir hava í dag verið í Faxe-kondi kappingini hjá kvinnum.
Í Havn tók Kyndil móti Stjørnuni.
Kyndil vann dystin 31-21, eftir hálvleiksstøðuna 18-9. Toppskjútti hjá Kyndli var Súna K. Hansen við 12 málum. Judith Dam Hansen hjá Stjørnuni fekk 6 mál.
Í Vági tók VB móti StÍF.
VB vann dystin 33-21 eftir hálvleiksstøðuna 17-9. Toppskjútti hjá VB var Agnes Fallesen við 11 málum. Birna Mikkelsen fekk 5 mál við StÍF.
Í Vestmanna tók VÍF móti H71.
VÍF vann dystin 27-18, eftir hálvleiksstøðuna 16-10. Toppskjútti hjá VÍF var Liljan Djurhuus við 8 málum. Maria H. Weyhe fekk 6 mál fyri H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald