JN

Viðmerking til Egil á Bø frá Kommunulæknafelag Føroya

...

2017-05-02 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Viðmerkingar frá Kommunulæknafelag Føroya til útsøgn í DV tann 1.mei 2017 hjá Egili á Bø

Fakta: 13-14 kommunulæknar eru í starvi av 32 størvum

Egil á Bø gjørdi í KVF vart við, at støðan kundi verið betri, men at hon ikki var ring allarstaðir. Nú vita føroyingar so, hvat Heilsutrygd metir um læknatrotið kring landið. Møguliga er júst hesin holdningur trupulleikin. Vit sum arbeiða í skipanini hava ár eftir ár víst á, at fleiri læknar mugu í starv. So tað er sera dapurt og óskiljandi hjá okkum, at hoyra hetta frá stjóranum í HT. Tí støðan er veruliga hættisliga ring og torfør at kalla allar staðir kring landið. Tí skipanin hongur saman og tá trupulleikar eru í fleiri økjum í landinum, so ávírkar tað alla skipanina. Tá Egil á Bø fer heim eftir loknan arbeiðsdag, skulu fleiri kommunulæknar halda á við arbeiði til næsta morgun umframt í weekendum. Tað kann ganga eina tíð, men eftir okkara tykki, so skilja hvørki Heilsutrygd ella Heilsumálaráðið trupulleikan. Og helst er tað høvuðsorsøkin til at viðurskiftini ikki eru fingin írættlag. Alt ov lítið verður gjørt fyri at seta læknar í starv.

Kommunulæknafelag Føroya hevur bert eitt ynski til okkara myndugleikar:

Lurti eftir hvat vit, sum er serlæknar inna økið siga:

Okkum tørvar ikki eina nýggja skipan. Skipanin er góð.

Men tørvur er á fleiri kommunulæknum í skipanina.

Seti hesar í fast starv. So er trupulleikin loystur.

Kommunulæknafelag Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder