Vinna

Viðkomandi ráðstevna um Brexit

...

2020-07-09 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Viðkomandi ráðstevna um Brexit

Brexit, møguleikar og avbjóðingar er heitið á ráðstevnu, sum Faroexpo skipar fyri í Løkshøll í Runavík 23. Oktober, kl. 13-17.

Ráðstevnan fer at viðgera hvørjir møguleikar og hvørjar avbjóðingar kunnu standast av at Bretland er farið úr ES. Komið verður inn á hvat Brexit snýr seg um, og hvussu Føroyar verða ávirkaðar av skiftinum hjá Bretlandi, frá at vera eitt ES-land til at standa í somu støðu í Norðurhøvum sum vit, ið ongantíð gjørdust partur av hesum felagsskapi. Fokus verður eisini á, hvør orsøkin er til at føroyska samvinnan við grannan, Bretland, er so lítil? Hví vit ikki gagnnýta støðuna handilsliga, tá tað kemur til útflutning og innflutning, í mun til ein granna, har næstan 70 milliónir fólk búgva?

Orsaka av serligu støðuni við korona verður bíða við at staðfesta hvørjir fyrilestrarhaldararnir verða, til fyrst í september. Men tað verða væntandi bæði føroyskir og altjóða serfrøðingar sum fara at lýsa evnið.

Eftir fyrilestrarnar verður pallborð, sum verður samansett av vinnulívsfólkið, serfrøðingum og politikarum, og er málið, at kjakast um hvussu Føroyar best kunna gagnnýta nýggju støðuna, sum verður eftir Brexit. Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar bæði til fyrilestrarhaldararnar og til pallborðið.

Ráðstevnan, Brexit, møguleikar og avbjóðingar er almenn, og til ber at melda til her longu nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder