2015-01-16 19:34

KAVARUDDING: Maskinførararnir hjá Landsverki hava havt úr at gera á landsvegakervinum undir truplu umstøðunum, sum illveðrið og nógvi kavin seinasta samdøgrið hava elvt til.
Nógvir bilar hava staðið fastir. Serliga við Norðskálatunnilin, á Hálsi í Sandavági, Vestmannavegnum, eins og aðrastaðni.
Landsverk ávarar framvegis bilførarar ímóti at koyra móti áðurnevndu økjum, eins og tað framvegis er trupult og í nógvum førum ómøguligt at koma fram til fleiri bygdir.
Tó er tað soleiðis, at tað í skrivandi løtu verður skipað fyri kolonnukoyring um Hálsin í Sandavági og millum Kollafjørð og Hósvík, har enn bert eitt spor er opið. Hetta verður gjørt í samstarvi við lokalu sløkkiliðini.
Í hesum stutta filminum er ein maskina í ferð við at sleipa tveir bilar leysar í tjúkka kavanum eystaru megin Norðskálatunnilin, tað skrivar lv.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald