2015-01-16 16:53

KAVAMYNDIR: Sum kunnugt hevur landið verið í andaleypi seinasta samdøgrið orsakað av nógva kavanum, sum er komin niður síðani gjáramorgunin.
Roknast kann við, at tað gongur meginparturin av degnum í dag???fríggjadag???áðrenn koyrandi verður allastaðni kring landið. Serliga er tað ringt á Vestmannavegnum, á Hálsi í Sandavági, við Norðskálatunnilin og víðari út móti Skálafjørðinum. Fyrbils er bert eitt spor ruddað í Sundalagnum, so heldur ikki har er ráðiligt at koyra, tí vandi er fyri, at ferðsluproppur kemur í.
Sí eisini fleiri kavamyndir her.
Landsverk ræður fólki frá at fara í bilin og nærkast hesum økjum, tí fyri tað fyrsta er hetta ikki vandaleyst, og í øðrum lagi er tað til stóran ampa og tarnar kavaruddingararbeiðinum.
Frægari stendur til í Norðoyggjum og í syðra parti av landinum; t.e. í Sandoy og Suðuroy.
Her eru nakrar myndir, sum maskinførarar hjá Landsverki hava tikið seinasta samdøgrið.

Henda myndin og tann beint oman fyri eru av Gøtueiði, meðan niðaru myndirnar og høvuðsmyndin allar eru av Hálsi í Sandavági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald