Vinna

Vesturtúgva og Grønanes landa í dag

...

2013-08-28 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Vesturtúgva og Grønanes landa í dag, teir hava tilsamans uml. 230-túsund pund, meginparturin er upsi. Grønanes landar á Kósini og Vesturtúgva landar í Havn.

Teir byrjaðu túrin 16. august, teir hava roynt á Munkagrunninum, men teir seinastu dagarnar fluttu teir longur norð - eystanfyri - at royna.

Annars er lítil og eingin roynd undir Føroyum eftir botnfiskasløgunum í løtuni, teir flestu trolararnir eru á makrelveiðu og línuskipini eru antin á Flemmish Cap ella undir Íslandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder