2015-04-25 15:45
Sørvágstrolarin Vesturleiki landaði í Ánunum fyrr í vikuni, teir høvdu 113 tons av svartkalva. Prísurin á svartkalva er góður - uml. kr. 35,- pr kg. t.v.s. at Vesturleiki fær kr. 3,9 mió fyri veiðuna.
Í gjár var Vesturleiki á Sørvági, har teir gjørdu klárt til nýggjan túr, teir loystu í gjárkvøldið.
Hin sørvágstrolarin - Brestir - roynir eisini eftir svartkalva undir Føroyum, teir skulu landa í Ánunum mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald