2014-09-03 20:19
Vesturhavið og Sigmund, sum báðir hava roynt undir Íslandi bjóða veiðuna út á Fiskamarknaðinum í dag.
Vesturhavið landar á Toftum í dag, teir hava 122.000 pund, Vesturhavið byrjaði túrin 21. august.
Sigmund, sum eisini hevur roynt undir Íslandi kemur á Toftir tíðliga í morgin, teir hava 125.000 pund.
Annars eru fleiri føroysk línuskip undir Íslandi, tey royna bæði sunnanfyri og eystanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald