JN

Vestmenningur og Skoraberg landa í Kollafirði

...

2016-07-06 07:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð um 8-tíðina í morgun, teir hava 180 tons av gulllaksi, sum verður landaður til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir byrjaðu at landa beinanvegin teir komu inn.

Skipini hava roynt víða um, teir hava verið úti millum bankarnar, innanfyri Føroya Banka og sunnast í føroyskum sjógvi, hini gulllaksaskipini hava eisini roynt víða um, men øll hava havt smáligan fiskiskap.

Vestmenningur og skoraberg fara nýggjan túr kl. 19 í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder