2015-06-04 12:33
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg komu á Kollafjørð tíðliga í morgun við góðum 200 tonsum, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir byrjaðu at landa kl. 7.
Vestmenningur og Skoraberg byrjaðu túrin vestur úr Mykinesi, men flutt skjótt suðureftir, og hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi til nú teir fóru at sigla inn. Har royndu eisini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald