2014-09-05 05:23
Vestmenningur og Fram landaðu í gjár (hósdagin) 160 tons av gulllaksi í Kollafirði. Teir hava hendan túrin roynt vestanfyri.
Vestmenningur og Fram loystu av Kollafirði seint hóskvøldið, teir fara suðureftir at royna, helst sunnast í føroyska økinum.
Hini gulllaksaskipini Eysturbúgvin/Vesturbúgvin og Stjørnan/Polarhav royna í kvøld vestanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald