Vinna

Vestmenningur og Skoraberg landa í Kollafirði í nátt

...

2015-04-08 00:37 Author image
placeholder

 Gulllaksaskipini Vestmenningur og Skoraberg koma á Kollafjørð seint í kvøld - báðir fullfermdir av gulllaksi, teir hava uml. 250 tons, sum teir skulu landað til Faroe Pelagic í Kollafirði í nátt.

Vestmenningur og Skoraberg byrjaðu at fiska fríggjadagin, teir royndu fyrst í ein útsynning úr Føroyum, men endaðu túrin sunnast í føroyskum sjógvi, har eisini hini bæði pørini, sum royna eftir gulllaksi, hava roynt.

??tlanin er at fara nýggjan túr um middagin í morgin.

??ll 6 gulllaksaskipini hava landað í gjár og í dag, so tilsamans eru eini 800 tons komin uppá land hesar báðar dagarnar.

Stjørnan/Polarhav og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin er á veg suður á feltið í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder