2015-08-06 14:18

Vestmenningur og Skoraberg komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 200 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður á Kósini.
Tað er Tavan í Leirvík sum keypir gulllaksin.
Vestmenningur og Skoraberg hava roynt mest vestanfyri hendan túrin.
Teir fara nýggjan túr í kvøld.
Av Kósini verður sagt, at teir ikki taka meira fisk hesa vikuna, tí nú byrjar Summarfestivalurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald