2014-07-05 04:45
Vestmenningur og Skraberg hava landa 200 tons av gulllaksi til Faroe Pelagic í dag.
Vestmenningur og Skoraberg byrjaðu túrin vestur út Mykinesi, men fluttu skjótt norðurum og royndu norður úr Mýlingi til teir komu inn í morgun.
Hini gulllaksaskipini royna suður ímóti ES-markinum.
Vestmenningur og Skoraberg eru farnir nýggjan túr í kvøld, teir fara fyrst at royna í ein útsynning úr Suðuroynni, søgdu teir, tá vit tosaðu við teir fyrr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald